Ferðin úr barnagarði í skúla

Pædagogisk kontinuitet fra børnehave til skole, nu også på Færøerne.

Pedagogiski leikluturin stuðlar skiftinum frá barnagarði til skúla. Áhugin fyri skiftinum frá barnagarði
í skúla og fríðarheim gerst alt størri innan tað politiska og innan tað pedagogiska. Meðan skúlabyrjan fyrr í høvuðsheitinum var eitt privat mál og fyrireikingarnar til hetta var uppgáva
foreldranna er hetta seinnu árini vorðin ein alt størri pedagogisk avbjóðing og uppgáva.

Gransking hevur víst, at børn við skúlabyrjan eru ógvuliga ymiskt fyri og at tey møta skúlanum við ymiskari bakgrund, sum er tengd at familjunnar sosialu og mentarligu bakgrund og møguleikum. (Højholt 2001) Pedagogar kunnu í felag við foreldur geva sítt íkast til skúlafyrireikingarnar við at stimbra undir møguleikarnar hjá børnum at klára skiftið til skúla á ein jaligan hátt. Í framhaldi av teimum pedagogisku lesiætlanunum í 2004 og tí seinni settu í verk, dagtilboðslóg í Danmark, eru gjørd fleiri politisk og pedagogisk tiltøk í samband við at skapa ein betri yvirgang og skúlabyrjan fyri børnini.

Læs hele artikel af Daniela Cecchin i Pedagogfelagið temablað[1]

Læs mere om arbejdet med børnenes “kuffert” i daginstitutionen Kraír

Reklamer